Eingin fráboðan um mat og drekka á flogrutunum

Eingin fráboðan um mat og drekka á flogrutunum
Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, avsannar ikki tíðindini um, at ferðafólk eftir 1. mai skulu gjalda fyri mat og drekka
Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways
Mynd: Savnsmynd  
 
14.02.2016 - 10:06

Eingin fráboðan er komin frá Atlantic Airways um matin umborð á flogførunum, sum so nógv hevur verið kjakast um seinastu tíðina.

Tað sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi við in.fo. Hann vil kortini ikki avsanna tíðindini um, at matur og drekka ikki verður ókeypis umborð á flogførunum hjá Atlantsflog eftir 1. mai.

Hann vil heldur ikki svara, um broytingar, sum eru gjørdar í felagnum, síðani leiðslan varð broytt fyri góðum tveimum árum síðani, fara at síggjast aftur í úrslitinum fyri 2015. Ársroknskapurin er ikki klárur enn. 

- Vit mugu sjálvandi fyrst boða eigarunum frá úrslitinum, áðrenn tað fer út í fjølmiðlarnar, sigur hann við in.fo.

Fleiri broytingar á veg

Men Niels Mortensen vísir á, at Atlantic Airways er eitt stórt felag við dýrum tólum. 

- Felagið umsetir fyri hálva milliard krónur um árið. Vit kunnu staðfesta, at ferðafólkatalið veksur, at prísirnir eru lækkaðir, og at fólk brúka tilboðini, sum felagið er komið við, sigur Niels Mortensen við in.fo. 

Niels Mortensen ger púra greitt, at uppgávan hjá honum var at fáa tað at verða so bíligt sum gjørligt at ferðast. Hann sigur við in.fo, at felagið arbeiðir við fleiri broytingum, sum vit fara at hoyra um í næstum. 

Ein av broytingunum er so eftir øllum at døma, at fólk í framtíðini sjálv skulu gjalda fyri matin umborð. Men sum skilst er hetta ikki einasta broytingin, sum verður hjá Atlantsflog í næstum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926