ST finst at Danmark fyri flóttafólkapolitikkin

ST finst at Danmark fyri flóttafólkapolitikkin
Brúk er fyri, at londini í Evropa lata upp síni mørk fyri flóttafólki í staðin fyri at steingja tey, sigur Filippo Grandi, ovasti í UNHCR
Mynd: Savnsmynd  
 
14.02.2016 - 13:52

Í seinastu frágreiðing síni finst Flóttafólkastovnurin hjá ST at Danmark fyri at hava hert treytirnar fyri familjusamanføring soleiðis, at flóttafólk í staðin fyri eitt ár nú skulu bíða í trý ár eftir at kunna fáa familjuna til Danmarkar.

- Onnur lond umhugsa at gera tað sama - ella at herða reglurnar uppaftur meira - hóast brúk er fyri tí øvugta, at fólk trygt kunnu fáa samband við familju sína aftur og ikki enda í hondunum á smuglarum og brotsmonnum, sigur flóttafólkastovnurin UNHCR.

Fyrstu seks vikurnar av 2016 eru 80.000 fóttafólk komin til Evropa við báti, og tað eru fleiri enn tey, ið komu, fyrstu fýra mánaðirnar í fjør.

2.000 koma hvønn dag

Í ár eru meira enn 400 druknaði á ferðini til Evropa, og hóast vetur er, og veðrið er ringt, seta 2.000 fólk hvønn einasta dag sítt egna lív og lív barnanna í váða fyri at koma til Evropa.

Níggju av tíggju flóttafólkum koma úr Sýria, Afganistan og Irak, og 58 prosent eru kvinnur og børn, sigur ST flóttafólkastovnurin, UNHCR. 

Samstundis sum flóttafólkini gerast fleiri, avmarka fleiri evropeisk lond møguleikarnar hjá flóttafólki at sleppa um landamørk, sigur flóttafólkastovnurin hjá ST, og hevur heitt á londini um at taka ímóti flóttafólkunum ístaðin fyri at gera tað øvugta, at avmarka talið.

Klára ikki at taka ímóti

- Flóttafólkini, ið koma til Evropa, eru so nógv, at tað sum frá líður neyvan fer at bera til at taka ímóti teimum, heldur ikki teimum, sum veruliga hava brúk fyri at vera hjálpt.

Tað segði norski verjumálaráðharrin, Ine Eriksen, í einum orðaskifti á trygdarráðstevnuni í Munchen í dag.

Tað, norski verjumálaráðharrin segði, var svar uppá eina áheitan frá Filippo Grandi, flóttafólkahákommiseri hjá ST. Hann hevur biðið Evropa og restina av heiminum taka ímóti 450.000 flóttafólkum úr legum í grannalondum Sýria.

Filippo Grandi segði á trygdarráðstevnuni í Munchen, at brúk er fyri at linka um trýstið á flóttafólkalegurnar í Libanon, Jordan og Turkalandi. 

- Tíggju prosent  av flóttafólkunum hava brúk fyri einum tryggum vegi út úr flóttafólkalegunum uttan at enda í hondunum á smuglarum og brotsmannaliðum, segði Filippo Grandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Leygardag 21. februar
Upp á tá - 200226
204584
Leygardag 21. februar
Vikan 21. februar 2026
204582
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483