Kári P. Højgaard spyr um uppihaldsloyvi

Kári P. Højgaard spyr um uppihaldsloyvi
Løgtingsmaðurin spyr landsstýrismannin, nær væntast kann, at umsitingin og avgreiðsla av arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður yvirtikið sum sermál
 
15.02.2016 - 10:37

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vil hava at vita frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, nær væntast kann, at umsitingin og avgreiðsla av arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður yvirtikið sum sermál.

Kári P. Højgaard spyr, um landsstýrismaðurin heldur, at borgarar úr londum, sum ikki eru í ES, giftir við føroyingum og vilja búseta seg í Føroyum, eru í serstøðu og eiga at sleppa til arbeiðis skjótast til ber.

Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógvir persónar úr triðjalondum, sum eru giftir við føroyingum, hava søkt um arbeiðsloyvi í Føroyum seinastu trý árini.

Kári P. Højgaard spyr eisini, um donsku útlendingamyndugleikarnir altíð avgreiða arbeiðsloyvi samsvarandi tilmæli frá Útlendingastovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391