Fleiri løntakarar í Føroyum

Fleiri løntakarar í Føroyum
700 løntakarar eru lagstir aftrat um árið seinastu tvey árini. Í november í fjør vóru tilsamans 24.946 løntakarar í Føroyum
Fleiri løntakarar eru í Føroyum. Nú eru umleið 25.000 løntakarar, ið er umleið tað sama sum undan fíggjarkreppuni
 
16.02.2016 - 14:54

Tað eru 688 fleiri løntakarar enn árið fyri. Hagstovan sigur, at afturgongdin, sum var eftir fíggjarkreppuna í 2008, er vunnin innaftur.

Í 2007 vóru 26.000 løntakarar, og tað er tað mesta nakrantíð. Men síðani fóru 2500 úr vinnu, og í 2011 vóru bara 23.300 løntakarar eftir.

Ikki fyrr enn í 2014 var verulig framgongd, og nú eru umleið 25.000 løntakarar, ella umleið tað sama sum undan fíggjarkreppuni.

Framgongd í øllum vinnubólkum

Í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu vóru 4.300 løntakarar í november í fjør. Í byggivinnuni vendi gongdin í 2013, og tá var framgongd fyri fyrstu ferð í seks ár. Í fjør arbeiddu 3.431 fólk í byggivinnuni.

Minni framgongd var í privatu og almennu tænastuvinnuni enn í framleiðsluvinnuni. Í privatu tænastuvinnuni starvaðust 8.214 løntakarar í fjør, og í almennu tænastuvinnuni starvaðust góð 9.000 fólk.

Almennu tænasturnar vórðu ikki so meint raktar av fíggjarkreppuni sum hinir vinnubólkarnir, og síðani 2008 hevur verið ein lítil vøkstur. Í fjør fór talið av starvsfólki í almennum tænastum fyri fyrstu ferð upp um 9.000, vísa tølini hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519