Astrup: Eik fekk skattafrádrátt av órøttum

Astrup: Eik fekk skattafrádrátt av órøttum
- Eg vildi ikki av órøttum taka 90 milliónir krónur úr føroyska landskassanum, sigur Jørn Astrup Hansen. TAKS kannar nú málið nærri
Eik Banki er undir illgruna fyri av órøttum at hava fingið 90 milliónir krónur í skattafrádrátti úr føroyska landskassanum
 
17.02.2016 - 23:29

Eik Banki er undir illgruna fyri av órøttum at hava fingið 90 milliónir krónur í skattafrádrátti úr føroyska landskassanum. Tað var eisini grundin til, at Jørn Astrup Hansen fór úr nevndini í Eik.

Bæði Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri og nevndarlimur, og uttanhýsis grannskoðararnir hjá Eik Banka, KPMG, halda, at bankin hevur av órøttum fingið skattafrádrátt fyri 90 milliónir krónur, skrivar Berlingske Business í kvøld.

Jørn Astrup Hansen fór úr nevndini í Eik í januar. Hann sigur nú, at hann kundi ikki skriva undir roknskapin hjá Eik fyri 2015.

Hildu virðið mátti niðurskrivast

Jørn Astrup Hansen tók við sum stjóri í Eik í 2010, tá Fíggjarligt Støðufesti setti tvær milliardir krónur í kollsiglda bankan.

Jørn Astrup Hansen og Fíggjarligt Støðufesti hildu tá, at neyðugt var at niðurskriva virðið fyri 500 milliónir krónur. Bankapakki 1 tók hallið á seg.

Eginognin var ikki tvær milliardir krónur tá, men 1,5 millardir krónur. Jørn Astrup Hansen fór frá sum stjóri í 2011. Hann hevur síðan verið nevndarlimur.

Leiðslan og nevndin í Eik hava síðan biðið TAKS um skattafrádrátt fyri hesar 500 milliónir krónurnar. TAKS samtykti.

SÍ EISINI Tikið seg úr Eik eftir ósemju við nevndina

Men Jørn Astrup Hansen og uttanhýsis grannskoðararnir halda ikki, at Eik hevur rætt til skattafrádráttin. Tí fór Jørn Astrup Hansen úr nevndini tann 11. januar í ár.

- Tað sigur seg sjálvt. Tú kann ikki lækka tína skattskyldugu inntøku við einum tapi, sum onnur hava goldið, sigur hann við blaðið og sipar til, at Fíggjarligt Støðufesti rindaði tapið í 2010.

TAKS hevur góðkent frádráttin, men Jørn Astrup Hansen heldur, at TAKS hevur tikið støðu við skeivum fortreytum.

- Taks hevur ikki allar upplýsingarnar í málinum, sigur hann.

Nevndarformaðurin vil hjálpa

Torben Nielsen er nevndarformaður í Eik. Hann sigur við blaðið, at bankin hevur borið seg rætt at.

- Vit hava sjálvandi ikki roynt at fingið eina skattafrádrátt, sum vit ikki hava rætt til. Vit lata fegin TAKS fleiri upplýsingar í málinum, um tað gerst neyðugt, sigur hann.

TAKS kannar nú málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097