Bíða eftir svari frá landsstýriskvinnum

Bíða eftir svari frá landsstýriskvinnum
Fíggjarnevndin kann skriva álit um grønar hitaskipanir hjá Nýggjum Sjálvstýri tá landsstýriskvinnurnar í orku- og fíggjarmálum hava svarað nevndini
Fíggjarnevndin bíðar eftir svari frá tveimum landsstýriskvinnum, áðrenn hon kann skriva álit um uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri um grønar hitaskipanir
 
24.02.2016 - 14:17

Fíggjarnevndin bíðar eftir svari frá tveimum landsstýriskvinnum, áðrenn hon kann skriva álit um uppskotið hjá Nýggja Sjálvstýri um, at grønar hitaskipanir, eitt nú jarðhiti, fjarhiti og sjóhiti, til sethús og aðrar bygningar sleppa undan meirvirðisgjaldinum.

Fíggjarnevndin fekk uppskotið um at broyta lógina um meirvirðisgjald tann 3. november í fjør. Nevndin hevur nú fingið freist frá løgtingsformanninum til eftir 1. apríl at koma við álitinum.

Fíggjarnevndin fekk í síðstu viku at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum, at hon kemur við einum broytingaruppskoti til uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri.

Gera nú neyðugu útrokningarnar

Sirið Stenberg sigur, at hon saman við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ger neyðugar útrokningar, sum skulu brúkast til broytingaruppskotið. Nýtt Sjálvstýri vísir á, at Løgtingið í 2009 samtykti at skerja útlátið av veðurlagsgassum.

Samstundis varð dentur lagdur á at skunda undir menning og royndir at seta upp alternativar orkuskipanir, sum byggja á varandi orkukeldur, tað eru millum grønar hitaskipanir.

Hóast hetta var niðurstøðan hjá Løgtinginum longu í 2009, so er lítið og einki hent síðani tá, sigur Nýggja Sjálvstýri, sum nú vil fáa gongd á við at sleppa teimum, sum fáa sær slíkar hitaskipanir, undan meirvirðisgjaldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107