Skúlin letur kanska uppaftur

Skúlin letur kanska uppaftur
Gamli bygdaskúlin í Svínoy letur kanska uppaftur. Skúlin hevur verið stongdur seinni árini, tí eingi børn í skúlaaldri hava verið á oynni
Klaksvíkar kommuna fer í kvøld at viðgera spurningin um skúlin í Svínoy skal lata uppaftur
 
25.02.2016 - 13:34

Klaksvíkar kommuna fer í kvøld at viðgera spurningin um skúlin í Svínoy skal lata uppaftur. Orsøkin er, at ein familja ætlar at flyta til Svínoyar, og í familjuni eru trý børn í skúlaaldri.

Sambært skránni til býráðsfundin, hava hesi vent sær til kommununa fyri at hoyra, hvussu tey skipa skúlagongdina hjá børnunum. Klaksvíkar kommuna hevur so vent sær til Mentamálaráðið fyri at fáa ráðgeving í hesum málinum.

Ábøtur mugu gerast fyrst

Sambært málsfrágreiðingini hjá kommununi er skúlin í slíkum standi, at ábøtur mugu gerast, áðrenn skúlin kann takast í nýtslu aftur.

Trivnaðarnevndin mælir til, at gera neyðugu ábøturnar og lata skúlan uppaftur. Mentamálaráðið vil fyrst hava, at Klaksvíkar kommuna tekur endaliga avgerð og sendir ráðnum eina umsókn, áðrenn ráðið tekur støðu til spurninin.

Tað var ein partur av avtaluni um kommunusamanlegging, at Svínoyar skúli varð varðveittur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521