Hava kært stjóran á Søvnum Landsins

Hava kært stjóran á Søvnum Landsins
Stjórin er einaráðandi, og samanleggingartilgongdin hevur verið neilig, siga leiðandi starvsfólk á Náttúrugripasavninum og Fornminnissavninum
25.02.2016 - 20:30

Leiðandi starvsfólk á Náttúrugripasavninum og Fornminnissavninum hava sent Mentamálaráðnum klagu um stjóran á Søvnum Landsins.

Hann er einaráðandi, samanleggingartilgongdin hevur verið neilig, og stjórin hevur ein persónligan atburð, ið skapar ótryggleika, siga tey.

Starvsfólkini vísa eisini á møguligar gegnistrupulleikar millum Søvn Landsins og Mentamálaráðið.

Fíggjarmálaráðið er farið at viðgera málið, og kærurnar eru í fyrstu syftu sendar Andrasi Mortensen, stjóra, at gera viðmerkingar til. 

Andras Mortensen var ikki at hitta í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793