Sukursjúka økir um vandan fyri krabbameini

Sukursjúka økir um vandan fyri krabbameini
Typa 1-diabetes kann økja um vandan fyri at fáa krabbamein í millum annað livrina og brisið, er niðurstøðan í nýggjari gransking
Fólk, ið hava typu 1-diabetes, eru í størri vanda fyri at fáa nøkur sløg av krabbameini, er niðurstøðan í nýggjari granskingarverkætlan
 
02.03.2016 - 20:30

Fólk, ið hava typu 1-diabetes, eru í størri vanda fyri at fáa krabbamein í livrina, lívmóðrina, nýrini og brisið enn fólk, ið ikki hava typu 1-diabetes.

Tað er niðurstøðan í nýggjari, altjóða granskingarverkætlan, skrivar jp.dk. 9.149 fólk í Danmark, Svøríki, Finnlandi Skotlandi og Avstralia vórðu kannað.

Hinvegin eru fólk, ið hava typu 1-diabetes, í minni vanda fyri at fáa krabbamein í bløðruhálskertilin - prostata - og bróstini, staðfestir granskingarverkætlanin.

Óvist hvør orsøkin er

Granskararnir kunnu ikki vísa á nakra serstaka grund til, at samband er millum nøkur ávís sløg av krabbameini og typu 1-diabetes.

Eitt er tó heilt greitt sambært granskarúrslitinum: Fólk, ið taka insulin fyri sukursjúku, eru ikki í størri vanda fyri at fáa krabbamein.

- Var samband var millum insulin og krabbamein, skuldi vandin verið størri við aldrinum, og tað er hann ikki, sigur Bendix Carstensen, granskari, sambært JP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860