Fleyr er nýtt oddalið

Fleyr er nýtt oddalið
Stórur spenningur er í oddinum í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnum
 
06.03.2016 - 22:32

Bara eitt stig skilir liðini Fleyr, Drátt og SÍ, sum kappast um at koma í FM-finalurnar. Tað er greitt eftir triðseinasta umfar av flogbóltskappingini , sum varð spælt í dag.

Allir dystirnir í kvinnudeildini endaðu við 3-0 sigrum. Fleyr vann á Mjølni, SÍ á ÍF og TB á KÍF.

Fleyr er nýtt oddalið við 40 stigum, men beint í hølunum við hvør sínum 39 stigum eru Dráttur og SÍ.

 

Tveir dystir hava eisini verið í mansdeildini í dag. ÍF vann 3-1 á Mjølni og Sí vann 3-0 á Ternuni.

Hjá monnum er longu greitt, at tað verða SÍ og Fleyr, sum fara at hittast í FM-finalunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Týsdag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 16.juni 2026
209562
Mánadag 15. juni
Poppverturin 3
208457
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762