Partabrøvini seld fyri undirprís

16.03.2016 - 12:50
InnlendisVinna
Partabrøvini seld fyri undirprís
Prísurin fyri partabrøvini í Smyril Line var so mikið vánaligur, at landsstýrið royndi at forða Framtak í at selja

Landsstýrið kundi bara hyggja at, meðan Framtak seldi meginpartin av sínum partabrøvum í Smyril Line fyri ein prís, sum er langt undir marknaðarvirðið í dag.

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum varir av Framtak. Sambært landsstýrismanninum var prísurin somikið vánaligur, at landsstýrið royndi at forða Framtaki í at selja.

Poul Michelsen skal í næstum svara skrivligum fyrispurningi um almennu partabrøvini í Smyril Line. Løgtingsmaðurin Ingolf S. Olsen vil millum annað hava landsstýrismannin í vinnumálum at svara, um nøkur almenn partabrøv eru seld og fyri hvønn prís.

Útvarpið hevur fyrrapartin roynt at fáa samrøðu við Niels Dann West, stjóra í Framtaki, og Marjuna Eystberg, forkvinnu í nevndini fyri grunnin, men eydnaðist ikki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762