Skógfriðingarnevnd takast av

Skógfriðingarnevnd takast av
Heimildirnar hjá Skógfriðingarnevndini skulu leggjast undir Umhvørvisstovuna. Uppskotið hjá Sirið Stenberg kemur til fyrstu viðgerð í dag
 
18.03.2016 - 10:24

Sambært lógini um viðarlundir hevur Skógfriðingarnevndin framvegis evstu ábyrgd av skógfriðaðum lendi, men allar fíggjarligu heimildirnar eru hjá Umhvørvisstovuni.

Sostatt eru materiellu og fíggjarligu heimildirnar á hvør sínum stað, og tað elvir til áhaldandi fyrisitingarligar trupulleikar, sigur Sirið Stenberg.

Tíðin farin frá skipanini

Landsstýriskvinnan er av tí fatan, at tíðin er farin frá einari skipan, har slíkar heimildir eru hjá nevndum uttan fyri almennu fyrisitingina.

Sambært uppskotinum verða spardar umleið 70.000 krónur um árið við at taka Skógfriðingarnevndina av, og 30.000-40.000 krónur verða spardar í effektiviseringum í arbeiðsgongdini á Umhvørvisstovuni.

Eftir uppskotinum skulu avgerðir nú kunnu kærast til kærunevndina í lendismálum, og Umhvørvisstovan skal eisini frammanundan góðkenna øll inntriv í skógfriðað lendi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107