Javnaðarflokkurin fær toyggið

Javnaðarflokkurin fær toyggið
Sosialistisk ung harta Javnaðarflokkin fyri ikki at standa saman um uppskotið at loyva samkyndum at giftast borgarliga
Uttanfyri løgtingið mikudagin
Mynd: Kenneth Jørgensen  
 
19.03.2016 - 15:15

Í Sosialistisk ung, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, siga tey í almennum skrivi, at tey eru vónbrotin um, at Kristin Michelsen og Heðin Mortensen atkvøddu fyri at beina málið aftur í nevnd týsdagin, heldur enn at taka undir við uppskotinum.

Sosialistisk ung heitir alment á teir báðar tinglimirnar um at gevast við undanførslum og ístaðin at stuðla sínum floksfelagum, tá uppskotið kemur fyri aftur. 

Sosialistisk ung er næsta ungmannafelagið, sum hartar síni egnu í sambandi við hjúnarbandslógina.

Samstundis, sum Sambandsflokkurin mælti frá at broyta hjúnarbandslógina, tók unga Sambandið undir við at broyta hjúnarbandslógina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576