Musikkskúli bjóðast út

Musikkskúli bjóðast út
Tórshavnar býráð hevur samtykt at taka undir við einari broyttari verkætlan, sum verður boðin í næstum. Musikkskúlin verður við Landavegin
Nýggi musikkskúlin í Havn, ið ætlanin var at gera á Skálatrøð, verður bygdur við Landavegin. Ein broytt verkætlan verður boðin út í næstum
 
22.03.2016 - 09:33

Nýggi musikkskúlin í Havn verður bygdur við Landavegin. Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at taka undir við einari broyttari verkætlan, sum verður boðin í næstum.

Bygginevndin fyri musikkskúlan hevur arbeitt víðari við málinum, eftir at ætlanin um at staðseta skúlan á Skálatrøð varð endaliga slept.

SÍ EISINI Óvist nær musikkskúlin verður bygdur

Sambært broyttu verkætlanini er orkesturhølið vaksið, so tað kann hýsa øllum orkestursamansetingum.

Eisini er skúlabygningurin vaksin, soleiðis at millum annað næmingarúm og høli til lærarafyrireiking verða rúmligari.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar býráð, sigur, at staðsetingin við Landavegin sum næsti granni hjá nýggja skúlanum á Fløtum og Glasir fer at roynast væl, tí har er útbúgvingar- og læruumhvørvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179