Skifta ikki kós

Skifta ikki kós
Atfinningarnar um at vegaføringin til Eysturoyartunnilin liggja ov tætt Hvítanesi fáa ikki almenna tunnilsfelagið at skifta kós.
 
26.03.2016 - 11:29

-Vit hava fingið øll neyðug loyvi og hava kunnað á rætta stað. Avgerðin er tikin, og til ber ikki at flyta vegin nakað munandi, uttan at gera alla verkætlanina umaftur, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar.

Hóast Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar, sigur seg skilja sjónarmiðið um at vegurin til tunnilsmunnan forðar Hvítanesi í at veksa, so er tað ikki eitt atlit, sum fær felagið at broyta kós.

-Tað ber ikki til at flyta vegin stórvegis, uttan at gera alla tunnilsverkætlanina um aftur, sigur hann. 

Við hesum sipar hann til sjálva linjuføringina - tað vil siga, hvar undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Eysturoynna skal liggja.

Nú er tunnilsfelagið komið somikið langt við sínum ætlanum, at arbeiðið verður ikki gjørt umaftur, sigur Teitur Samuelsen.

Sambært tunnilsstjóranum hava ráðgevarnir hjá felagnum tó fingið boð um, í størst møguligan mun at taka hædd fyri teimum viðmerkingum, sum eru komnar frá fólki á Hvítanesi og øðrum um nýggja íbindingarvegin til Eysturoyartunnilin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980