Rigga kanska av í Norðsjónum

Rigga kanska av í Norðsjónum
AP Møller-Maersk umhugsar at gevast við gassframleiðslu í danska partinum av Norðsjónum, boðar felagið frá í tíðindaskrivi
Maersk Oil Denmark umhugsar at gevast við gassframleiðsluni í danska partinum av Norðsjónum. Tað er blivið ov dýrt at taka gassið upp úr undirgrundini
 
04.04.2016 - 10:27

- Vit eru í ferð við at endurskoða, hvussu burðardygg framleiðslan er, skrivar Martin Rune Pedersen, stjóri í Maersk Oil Denmark í fráboðanini.

Talan er um størsta gassøki í danska partinum av Norðsjónum, Tyra-eystur og Tyra-vestur. 90 prosent av donsku gassframleiðsluni kemur haðani.

Tað er vorðið ov dýrt at taka gassið upp úr undirgrundini, og infrakervið uttan um økini er sambært serfrøðingum eisini gamalt.

Maersk Oil Denmark noyðist at gera íløgur fyri umleið 30 milliardir krónur, um framleiðslan skal kunna halda fram og verða fíggjarliga burðardygg, siga serfrøðingar, sum finans.dk hevur tosað við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262