Islamskur Statur ávarar um fleiri álop

Islamskur Statur ávarar um fleiri álop
London, Berlin og Rom verða nevndir sum møgulig yvirgangsmál í eini upptøku, sum Islamskur Statur hevur kunngjørt
Islamskur Statur, ið hevur átikið sær ábyrgdina fyri álopið í París í november, ávarar í sjónbandaupptøku um fleiri yvirgangsálop í vesturheiminum
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
06.04.2016 - 11:49

Yvirgangsfelagsskapurin, IS, hevur kunngjørt eitt sjónband, ið bendir á, at víðgongdi felagsskapurin fer at fremja fleiri yvirgangsálop í Vesturevropa.

London, Berling og Rom verða nevndir sum møgulig yvirgangsmál, sum Islamskur Statur almannagjørdi í gjár.

Teldugjørdar myndir av álopum kunngjørdar

- Møguliga var tað París í gjár og Brússel í dag. Men bara Allah veit, hvar tað verður í morgin. Møguliga verður tað London, Berlin ella Rom, sigur ein limur á enskum í sjónbandaupptøkuni.

Í sjónbandinum síggjast teldugjørdar myndir av bretska parlamentinum, sum stendur í ljósum loga, og Eiffeltornið, sum rapar.

Yvirgangsfelagskapurin, IS, hevur tikið ábyrgdina av álopunum í París í november í fjør, og í Brússel í síðsta mánað, skrivar NTB-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659