Vildu tøma felagið

Vildu tøma felagið
Útlendsku partaeigarararnir í felagnum fingu frænir av ætlanini, og handilin var steðgaður í síðstu løtu
Jógvan Eli Dam
07.04.2016 - 19:38

Tað mundi eyðnast fyrrverandi stjóranum í Northwest Pelagic at tøma felagið, teir ráddu yvir, fyri stór virðir. Útlendsku partaeigarararnir í felagnum fingu tó frænir av ætlanini, og tí varð handilin steðgaður í síðstu løtu.

Dánjal Johansen og Hans Trygvi Teirin vildu ikki gera samrøðu til sendingina í dag. Vit ætlaðu at spyrja teir, um tað ikki var at skaða felagið, sum teir arbeiddu fyri, at selja loyvini hjá Atlantsfarinum úr felagnum.

Vit ætlaðu eisini at spyrja, um tað ikki var at snýta hollendsku lánveitararnar og partaeigararnar í felagnum, at teir tóku eina so stóra avgerð uttan, at tað var viðgjørt í nevndini hjá felagnum?

Hans Trygvi Teirin hevur tó skrivað okkum hesa viðmerking:

Mest avgerandi er at fáa sagt, at umrødda søga um keyp og sølu hevði eittans endamál – og tað var at bjarga tí, sum bjargast kundi til frama fyri eigarar og áognarar. Minnilutaeigarin og áognarin valdu at samstarva við aðrar føroyingar, og tann søgan er kend frá fjølmiðlunum.

Atlantsfarið – sum nú eitur Norðhavið – liggur enn á Skála, tí myndugleikarnir kanna útlendska partin í felagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595