- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin flogbóltur á Oyggjaleikunum í 2017
Orsøkin er, at Flogbóltssambandið hevur ikki ráð. Og tað hevur Mentanarnevndin hjá Løgtinginum eisini fingið at vita, fyrst munnliga og nú eisini skrivliga, frá Flogbóltssambandinum.
Fyrr vóru pengar í fíggjarlógini markaðir til altjóða kappingar hjá ítróttinum. Men so er ikki í ár. Puljan er ikki longur í fíggjarlógini. Flogbóltssambandið hevði væntað sær minst 200.000 kr. úr puljuni í ár.
Hava gjørt vart við misnøgdina
Svimjisambandið og Hondbóltssambandið hava eisini gjørt Mentanarnevndina varuga við sína misnøgd, nú puljan til altjóða kappingar er strikað í fíggjarlógini.
Í staðin fyri hevur ÍSF sjálvt býtt pengar millum sersambondini at brúka til altjóða kappingar.
Flogbóltssambandið vísir á, at sambært býtislyklinum hjá ÍSF fáa eisini tey sambond, sum lítið ella einki altjóða virksemi hava, pengar til slíkt virksemi. Tá verður minni eftir til sambondini, sum eitt nú skipa fyri altjóða kappingum í Føroyum.
Mentanarnevndin viðger eitt uppskot
- Henda broytta og óvæntaða fíggjarliga støða, nú annars kærkoma altjóða puljan er tikin av, hevur havt ta avleiðing, at Flogbóltssamband Føroya hevur boðað starvsnevndini hjá ÍSF frá, at vit síggja tað ikki møguligt fíggjarliga at vera við í Oyggjaleikunum 2017.
Tað stendur í brævinum, sum Mentanarnevndin fekk frá Flogbóltssambandinum í gjár.
Mentanarnevndin viðger eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at fáa puljuna til altjóða luttøku hjá ítróttinum aftur í fíggjarlógina. Tað er at marka 1,2 milliónir krónur til altjóða kappingar.