Sildarok á Skálafjørðinum

Sildarok á Skálafjørðinum
Okkurt bendir á, at várgýtandi sildin er komin aftur
14.04.2016 - 19:53

Seinastu árini hevur lítil og eingin várgýtandi sild verið at fáa millum oyggjarnar. Men okkurt bendir á, at sildin nú er aftur. Fyrr í vikuni var Jack Højgaard og royndi við gørnum á Skálafjørðinum. Og, sum myndirnar vísa, vóru gørnini full av sild. Tilsamans vóru 3.000 pund av várgýtandi sild í gørnunum hendan dagin.

Síðst í sekstiárunum var vanligt at seta sildagørn á Skálafjørðinum og fleiri bátar vóru útgjørdir at royna við gørnum. Men síðani sjeytiárini hevur stóra várgýtandi sildin verið burturi. Hví, veit eingin. Heldur ikki fiskifrøðingarnir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987