Serflokkur heldur fram

Serflokkur heldur fram
Royndarskipanin við einum serflokki í Havn eydnaðist so mikið væl, at ein serflokkur verður skipaður sum varandi sertilboð til næmingar
Royndarverkætlanin við serflokkinum, sum í sjey ár hevur hildið til í bygningum, ið fyrrverandi Venjingarskúlin í Havn ráddi yvir, verður nú skipað sum varandi sertilboð
 
19.04.2016 - 08:47

Royndarverkætlanin við serflokkinum, sum í sjey ár hevur hildið til í bygningum, ið fyrrverandi Venjingarskúlin í Havn ráddi yvir, verður nú skipað sum varandi sertilboð í Skúlanum á Fløtum. Tað skrivar Skúlablaðið.

Frá 1. mars í ár er serflokkurin skipaður sum serskild eind við toymisleiðaranum, Suna Jacobsen, sum hevur verið lærari í serflokkinum í fleiri ár. Serflokkurin hevur egin høli, sum hóska til endamálið, og játtanin er markað til serflokkin.

Fyri næmingar í 4.-10. flokki

Starvsfólkatal og samanseting veldst um næmingasamansetingina og tørvin hjá tí einastaka næminginum í tilboðnum. Allir næmingar hava eitt kontaktfólk.

Undirvísingin verður skipað við støði í persónligu-, sosialu- og fakligu fortreytunum hjá einstaka næminginum. Serflokkurin er fyri næmingar í 4.-10. flokki.

Hóast serflokkurin er lagdur undir Skúlan á Fløtum, verður tað framvegis Sernám, sum visiterar næmingar til skúlatilboðið.

Næmingatalið vaksið nógv

Ein upptøkubólkur er skipaður, og í honum eru umboð fyri Sernám, toymisleiðarin og skúlaleiðarin, sum taka næmingar inn í serflokkin.

Serflokkurin, sum byrjaði fyri sjey árum síðan, hevði fýra næmingar fyrsta árið. Í ár eru 30 næmingar í flokkinum, tríggjar gentur og 27 dreingir.

Serflokkurin er til næmingar, sum av ymiskum grundum ikki fáa nøktandi undirvísing í fólkaskúlanum. Mentamálaráðið ætlar at skipa líknandi tilboð um landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980