Ikki neyðugt at ognartaka

Ikki neyðugt at ognartaka
Partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlar nýttist ikki at ognartaka lendi til vegirnar til Eysturoyartunnilin, tí allir eigarar vildu selja
 
19.04.2016 - 12:33

Partafelagið hevur keypt lendi oman fyri Hvítanes og á Strondum. Eystan fyri Skálafjørðin er talan um landsjørð fyri tað mesta.

Felagið upplýsir ikki, hvussu nógv er latið fyri fermeturin. Talan er millum tíggju og tjúgu eigarar í hvørjari oynni, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum.

Lendi er eisini leigað til at seta arbeiðsskúrar á. Tá arbeiðið er liðugt, verður tað lendið latið aftur í tí standi, tað var, tá felagið leigaði tað, sigur Teitur Samuelsen.

Eysturoyar- og Sandoyartunnilin er alment partafelag, men felagið er undantikið lógini um alment innlit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980