Venjarin hjá Atletico vístur av vølli

Venjarin hjá Atletico vístur av vølli
Venjarin hjá Atletico Madrid, Diego Simeone, er útihýstur frá trimum teimum seinastu La-Liga-dystunum
 
28.04.2016 - 08:48

Tá støðan var 0-0 í dystinum millum Atletico og Malaga, skal hann hava lagt einum bóltdrongi lag á at kasta bóltin inn á vøll fyri at steðga Malaga í álopinum.

Simeone var sendur út til áskoðararnar at sita eftir hálvleikin.

- Tað er í lagi, at dómarin tók hesa avgerð, skal Simeone hava sagt eftir dystin, skrivar BBC.

Spenningur

Atletico vann dystin 1-0, men Simeone missir seinastu tríggjar dystirnar, sum eru móti Rayo Vallecano, Levante og Celta Vigo.

Atletico liggur á øðrum plássi í La Liga, og er javnt í stigum við Barcelona. Real Madrid er eitt stig aftanfyri hesi bæði liðini, og tí er øgiligur spenningur.

Nærkast Champions Leaguefinaluni

Men Atletico hevur annað at takast við eisini, - ígjárkvøldið spældu teir móti Bayern Múnchen í Meistaraligu-semifinaluni á heimavølli í Vicente Calderón. Simeone var við á síðulinjuni. 

Atletico vann dystin 1-0. Sostatt er felagið eitt stig nærri finaluni í Champions League. Saul Niguez skeyt málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493