Fleiri løðistøðir setast upp

Fleiri løðistøðir setast upp
SEV fer nú at seta fleiri løðirstøðir til el-bilar upp kring landið.
 
30.04.2016 - 08:51

Fleiri løðistøðir til el-riknar bilar skulu setast upp í ár. 

Tað ætlar SEV, sum hevði aðalfund á Hotel Føroyum í gjár. 

Í ársfrágreiðingini, sum varð løgd fram á aðalfundinum, sigur nevndin í SEV, at ætlanin í 2016 er at seta løðistøðir upp í Havn, í Runavík, við Streymin, í Sandoynni, í Suðuroynni og á flogvøllinum. 

Fyrsta løðistøðin til el-riknar bilar varð stutt fyri jól í fjør sett upp í Klaksvík. Tann royndin hevur eydnast væl, og tí ætlar SEV at seta fleiri støðir upp í hesum árinum. 

Landsstýrið og SEV hava áður boðað frá, at í 2030 skal øll orka á landi vera grøn. Tað vil siga, at øll el-nýtsla á landi skal koma frá varandi orkukeldum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748