Føroya bestu svimjarar í sjónvarpinum

Føroya bestu svimjarar í sjónvarpinum
FM á stuttgeil í svimjing verður um dagarnar, og tað ber til at fylgja við øllum finalunum í sjónvarpinum
 
05.05.2016 - 12:05

Føroya bestu svimjarar skulu kjósast, nú 42 gullheiðursmerki og føroyameistaraheiti standa upp á spæl næstu dagarnar. FM kappingin í svimjing byrjar í dag og heldur fram í morgin og ovurmorgin.

FM á stuttgeil er somuleiðis síðsti møguleiki at svimja seg á landsliðini til Evropeisku Junior Meistarastevnuna í Ungarn í summar og Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri ung, sum verður í Finnlandi um somu tíð. 

Tilsamans 76 svimjarar úr seks feløgum fara at kappast næstu dagarnar, og sum gongdin hevur verið seinastu mánaðirnar við bæði føroyskum metum og juniormetum í kappingum herheima og uttanlands, so er tað ikki ósannlíkt, at fleiri nýggj met verða sett í svimjing næstu dagarnar.

Í fjør vórðu fimm føroysk og seks junior met sett. 

Altjóða avbjóðingar

- Vit gleða okkum til at síggja spennandi kappingar og skjóta svimjing á hesi síðstu svimjistevnuni herheima fyri summarsteðgin. Eftir tað, er tað heimurin, sum bjóðar av við EM, OL og so framvegis, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya á heimasíðuni, svimjing. com.

Fimm svimjarar umboða Føroyar til EM, sum verður í London í summar. Tey eru Sára Ryggshamar Nysted og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelagi, Signhild Joensen og Alvi Hjelm úr Ægi og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelagi. Harafturat skal Pál Joensen eisini til OL í Rio í august. 

Sjónvarpið sendir allar finalurnar beinleiðis, og vit byrja hvønn dag klokkan 17. Tað ber til at síggja sjónvarpið á heimasíðuni hjá KVF her:  http://kvf.fo/webservice/player/sjonvarp

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928