Føroyar nær við at vinna á Danmark

Føroyar nær við at vinna á Danmark
Føroyska kvinnuflogbóltslandsliðið var sera nær við at vinna á Danmark
 
08.05.2016 - 12:31

Føroyska kvinnulandsliðið, sum í hesum døgum er á venjingarlegu í Danmark, í sambandi við HM/EM kappingina, var nær við at vinna venjingardystin ímóti danska landsliðnum.

Neyðugt var við fimm settum, áðrenn ein vinnari varð funnin.
 
Tá liðini skiftu síðu í fimta settinum vóru Føroyar á odda 8 – 5, men tær føroysku kláraðu ikki at standa ímóti stóra servitrýstinum í seinasta partinum av settinum. Tí vann Danmark fimta setti 15-12 og samanlagt 3-2.
 
Stoltur landsliðsvenjari
Føroyski venjarin Jóhan Petur á Stongum hevur næstan bert rósandi orð til leikararnar. Hann sigur m.a. “at sæð í ljósinum av, at hetta var fyrsti dystur, sum liðið spælir saman, so er úrslitið í dag eitt super úrslit – tað besta nakrantíð hjá einum føroyskum flogbóltslandsliðið". 
 
Anja vísti stórspæl
Anja S. Danielsen, spældi sín lívs dyst - hon vann átjan bóltar í smashi. Tað er sera sannførandi, sigur landsliðsvenjarin.
 
Spælararnir sum spældu dystin:

Amager VK:
Sofía Purkhús 
Elisabeth Purkhús 
Eina Kalsø 
Birgit Guttesen 

Randers NOVO/Ikast
Urd T. Traðará 
Eyð G. Magnussen 

Fleyr:
Anja S. Danielsen 
Súsanna Ludvig 
Anna Sára L. Skaalum

Dráttur: 
Ruth Albinsdóttir  

KÍF: 
Guðrun Joensen 
Sóley M. Poulsen 
Hanna A. Olsen

TB: 
Femja F. Mortensen

Danmark – Føroyar: 3-2 (25-23, 21-25, 25-22, 24-26 og 15-12)

Liðið kemur aftur til Føroya í dag, og Jóhan Petur á Stongum sigur, at fram til kappingina sum verður í Tórshavn 23. – 25. mai, verður serliga arbeitt við at betra um móttøkurnar.
 
Liðini sum føroyska landsliðið skal spæla ímóti eru Kýpros, Liktinstein og Írland. Kappingin er ein kombinerað EM/HM kapping. Nr. 1 í bólkinum kemur beinleiðis víðari í HM kappingini, meðan nr. 1 og 2 koma víðari í EM kappingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864