Lars Olsen: Sonni Ragnar er ikki í formi

Lars Olsen: Sonni Ragnar er ikki í formi
Sterki miðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, er ikki úttikin til A-landsliðið. Hann má syrja fyri at koma í form, sigur landsliðsvenjarin
 
17.05.2016 - 13:30

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur í dag úttikið tjúgu spælarar til landsdystin móti Kosovo í juni.

Hesaferð var ikki pláss fyri Sonna Ragnar Nattestad, sum annars telist millum sterkastu miðverjarnar.

Lars Olsen heldur ikki, at Sonni Ragnar Nattestad er í nóg góðum formi í løtuni.

Hann hevur spælt sera lítið fyri FH Hafnafjørður í Íslandi, og tí er hann ikki í formi.

Vit hava avtalað, at hann skal koma í form, og so er hann aftur aktuellur fyri føroyska landsliðið, sigur Lars Olsen.

Eingin KÍ-spælari i hópinum

Fótbóltsfepur hevur rakt Klaksvík, nú tað gongur so væl hjá KÍ, men eingin KÍ-spælari er úttikin.

Lars Olsen sigur, at hann hevur lagt tilmerkis, at fleiri KÍ-spælarar eru væl fyri. Serliga hugsar hann um Páll Klettskarð og Jóannes Bjartalíð.

Tað gongur væl hjá Pálli Klettskarð, og um hann blívur við, so er hann skjótt eitt gott boð til landsliðshópin

U-21 landsliðið hjá okkum spælir um sama mundi ímóti Finnlandi, og eg haldi, at tað er best, um Jóannes Bjartalíð sleppur at royna seg har, sigur Lars Olsen

Aðrir spælarar eru nær við

Lars Olsen sigur við Kringvarpið, at hann hugsaði eisini um aðrar spælarar til hendan hópin, sum tó ikki komu við allíkavæl.

Andreas Lava Olsen úr Víkingi var ein, og Øssur Dalbúð úr HB var ein annar. Øssur er tó skaddur í løtuni.

Heini Vatnsdal byrjar inni

Dysturin ímóti Kosovo er ikki fyrr enn 3.juni, men landsliðsvenjarin hevur longu sett ein spælara í byrjanaruppstillingina.

Tað hevur gingið væl hjá Heina Vatnsdal í Fremad Amager, og eg vil fegin síggja, hvussu hann roynist á verjukenda miðvøllinum.

Tróndur Jensen spældi væl ímóti Liktenstein, men vit royna Heina til hendan dystin, sigur Lars Olsen.

Landsliðsvenjarin leggur afturat, at nú Róaldur Jakobsen úr B36 er aftur í hópinum, ætlar hann at síggja hann spæla á miðvøllinum.

Hann nevnir tó ikki, um Róaldur Jakobsen byrjar inni.

Málverjar

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB T
Tórður Thomsen, B36 

Verjuspælarar

Jónas Tór Næs, B36 
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Banks O’Dee (SCO)
Jóhan Troest Davidsen, HB 
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Bárður J. Hansen, Víkingur

Miðvallarar:

Gilli Rólantsson, AaB Ålborg (DEN)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Dinamo Bukarest (ROM)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Róaldur Jakobsen, B36 
Hallur Hansson, Vendsyssel FF (DEN)
Barndur H. Olsen, Vendsyssel FF (DEN)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Rene S. Joensen, Vendsyssel FF (DEN)

Áleyparar

Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Finnur Justinussen, Fremad Amager (DEN)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. oktober
Góðan morgun Føroyar
182657
Mánadag 28. oktober
Morgunlestur mánadagur 28. oktober 2024
182552
Sunnudag 27. oktober
Bolero 27. oktober 2024
182620
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. oktober
Møti úr Frelsunarherinum í Vági.
182664
Sunnudag 27. oktober
Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya
182663
Leygardag 26. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2) - teknmálstulkað
182605
Leygardag 26. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182600
Leygardag 26. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182599