Tænastulógin kemur í Løgtingið næsta vár

Tænastulógin kemur í Løgtingið næsta vár
Landsstýriskvinnan í almannamálum miðar eftir at senda uppskotið um tænastulóg saman við fylgilóggávu til hoyringar um ársskiftið
 
19.05.2016 - 14:52

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur svarað Annika Olsen, løgtingskvinnu, sum eftirlýsti tænastulógini.

Fyri einum ári síðani varð ein arbeiðsbólkur settur at orða ein tænastupolitikk um vælferðartænastur á almannaøkinum. Sambært Anniku Olsen hevur arbeiðið drigið út.

SÍ EISINI Fyrrverandi spyr núverandi um tænastulógina

Tað viðgongur Eyðgunn Samuelsen eisini. Hon sigur, at arbeiðið er ein avbjóðing fyri Almannamálaráðið, sum í løtuni eisini arbeiðir við pensjónsnýskipan og markamótum til kommunala geiran.

Ætlanin er, at tænastulógin verður ein nýggj høvuðslóg, sum kemur í staðin fyri ásetingarnar í forsorgarlógini um tænastur sum til dømis stuðulsfólkaskipanin og bútilboð.

Ætlanin er samstundis at flyta ásetingar um eitt nú uppihaldsskyldu og afturgjaldsskyldu úr forsorgarlógini í aðra lóggávu, soleiðis at forsorgarlógin umsíðir verður sett úr gildi, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655