Arbeiðið við stjórnarskipanini heldur fram

bannari
Arbeiðið við stjórnarskipanini heldur fram
Fólkaatkvøða verður í 2017 um eina stjórnarskipan, ætlar samgongan. Løgmaður hevur boðið formonnunum í flokkunum á tingi á fund fríggjadagin
 
19.05.2016 - 15:26

Hvørki formaðurin í Sambandsflokkinum ella formaðurin í Fólkaflokkinum vilja í dag siga, um flokkarnir hjá teimum fara at taka lut í stjórnarskipanararbeiðinum.

Enn eina ferð verður ein roynd gjørd, at fáa eina føroyska stjórnarskipan. Higartil hevur tað ongantíð borið á mál, men samgongan ætlar, at fólkaatkvøða skal verða í 2017 um eina stjórnarskipan.

Floksformenninir leypa ikki á leistum

Løgmaður hevur tí boðið formonnunum í flokkunum á tingi á fund í morgin um stjórnarskipanararbeiðið. Men floksformennirnir í stóru flokkunum í andstøðuni leypa ikki á leistum.

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vil ikki gera samrøðu í dag, men sigur, at hann fer á fundin fyri at vita, hvat gongur fyri seg.

Men Bárður Nielsen vil ikki siga í dag, um Sambandsflokkurin verður við í stjórnarskipanararbeiðinum. Hann sigur, at hann undrast á, at hann hevur fingið eina fundarinnkalling uttan eina skrá.

Vil ikki siga um Fólkaflokkurin luttekur

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, fer eisini á fund, men vil í dag ikki siga, um Fólkaflokkurin fer at taka lut í arbeiðinum.

Hann vísir til ósemjuna millum Tjóðveldi og Sjúrða Skaale í 2011, sum elvdi til, at Sjúrður Skaale fór úr Tjóðveldinum, og seinni fór í Javnaðarflokkin.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vil fyrst hava at vita, um Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru samd um stjórnarskipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970