Føroyar hava spælt seg víðari úr EM undankapping

Føroyar hava spælt seg víðari úr EM undankapping
Føroyska liðið spældi seg í kvøld víðari, tá tær vunnu 3-0 á Liktenstein
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
24.05.2016 - 22:24

Liktenstein gav føroyska liðnum væl sterkari mótstøðu enn Írland gjørdi í gjárkvøldið, men Føroyar vunnu tó greitt.

Úrslitið bleiv 3-0 til Føroyar. Settúrslitini: 25-15, 25-15 og 25-21.

Liktenstein var leingi á odda í bæði fyrsta og øðrum setti, men Føroyar vendu tí. Í triðja setti vóru Føroyar á odda frá byrjan.

Hava spælt seg víðari

Sigurin hevur við sær, at Føroyar hava spælt seg víðari úr hesari EM-undankappingini, sum er fyri smátjóðir. Nummar eitt og tvey fara víðari, og Føroyar hava í øllum førum tryggjað sær annað plássið.

Kappingin er eisini innleiðandi HM-undankapping, og skulu Føroyar spæla seg víðari har, er neyðugt at vinna á Kýpros í morgin, tí bara nummar eitt í bólkinum fer víðari úr innleiðandi HM-undankappingini.

Bólkafinalan ímóti Kýpros verður í morgin klokkan 18.30. Sjónvarpið sendir dystin beinleiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299