Hægstirættur staðfesti dómin

Hægstirættur staðfesti dómin
Føroysku myndugleikarnir taptu trætumálið millum føroyskar og danskar myndugleikar um rokningina fyri ein viðgerðardóm hjá einum útlendskum sjómanni
 
03.06.2016 - 13:09

Heilsumálaráðið tapti eisini trætumálið við danskar myndugleikar í Hægstarætti í dag. Føroyskir myndugleikar skulu rinda fyri viðgerðardómin hjá einum útlendskum sjómanni.

Frammanundan hava landsstýrið og Heilsumálaráðið tapt málið bæði í Føroya rætti og landsrættinum.

SÍ EISINI Dómur staðfestur: Heilsumálaráðið skal gjalda

7.apríl í fjør fekk Region Hovedstaden góðar 10 milliónir og 250.000 kr. úr landskassanum sambært dóminum hjá Eystara landsrætti.

Men landsstýrið kravdi at fáa góðar 3,8 milliónir kr. aftur umframt rentu frá 7. apríl í ár at rokna. Filipinski sjómaðurin var við føroyskum skipi.

Føroya rættur dømdi mannin í viðgerð í Danmark, hóast tað sambært løgtingslóg er føroyska sjúkrahúsverkið, sum avger, hvør skal í viðgerð uttanlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011