Føroya Tele verri úrslit í fjør

Føroya Tele verri úrslit í fjør
Landskassin fær 25 milliónir kr. í vinningsbýti
 
08.06.2016 - 08:52

Føroya Tele hevði verri úrslit í fjør, enn árið fyri.

Úrslitið eftir skatt í fjør var knappar 30 milliónir krónur í avlopi.

Tað boðar Føroya Tele frá í tíðindaskrivi.

Fyri skatt var úrslitið 39,8 milliónir kr. í avlopi, og eftir skatt var avlopið  29,8 milliónir krónur. Í fyrraárið var úrslitið eftir skatt 58,3 milliónir krónur.

Verður hugt nærri at roknskapinum, sæst, at úrslitið fyri avskrivingar var góðar 138 milliónir krónur í 2015 samanborið við 162 milliónir krónur í 2014.

Landskassin 25 mió. kr. í vinningsbýti

Føroya Tele hevði aðalfund í gjár. 

Aðalfundurin gjørdi av at rinda eigaranum, sum er Føroya landsstýri, 25 milliónir krónur í vinningsbýti.

Á aðalfundinum varð ein broyting gjørd í nevndini. Ólavur Ellefsen er farin úr nevndini, og fyri hann hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum valt Johnni Poulsen.

Í nevndini sita Ómar Svavarsson, Gloria Kalsø, Annbritt Klausen og Johnni Poulsen.

Poul Poulsen, Ólavur Simonsen og Osvald Joensen eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.

Ómar Svavarsson er formaður, og Gloria Kalsø er næstforkvinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852