- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sólin skínur, og lagið er gott á Country- og Blues festivalinum
Hóast EM verður spælt í løtuni, forðar tað ikki fólki í at fara út at njóta góða stemningin á Country- og Blues festivalinum í Sørvági. Sólin skínur, lagið er gott, og countrystemningurin er sera eyðsýndur; fyriskipararnir hava gjørt nógv burtur úr við at gera bygdina til eina hugnaliga Western-kenda bygd.
Hugnalig “Western Saloon”, har til ber at fáa sær okkurt at drekka til live countrytónleik.
Um lítla løtu fer Punjab sum tann fyrsti bólkurin at spæla á stóra palli í kvøld. Annars verða nøvn sum Tinganest, Hallur Joensen, Bluesette og Danni Leigh eisini at hoyra seinni í kvøld.
Fyriskipararnir hava eisini júst boðað frá, at hæddarpunktið frá í gjár, Axel O. & CO úr Íslandi hava játtað at spæla umaftur, av tí at Johan í Kollafirði hevur givið avboð. Teir fara á lítla pall kl. 01:30.
Festivalurin bjóðar eisini nógv ymiskt stuttligt til børnini, og tey lata væl at. Her er eitt "Jail".
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |