Málið fyri í rættinum aftur

Málið fyri í rættinum aftur
Í næstu viku verður greitt, um partafelagið Seta heldur fram við ætlaða endurgjaldskravinum, ella um rætturin vísir málið frá sær
 
15.06.2016 - 14:55

Málið kemur fyri á serliga fyrireikandi rættarfundi hósdagin í næstu viku. Málið er enn einaferð sett á dagsskrá, hóast lítið og einki er hent síðani í fjørheyst. Felagið hevur ongan sakførara í løtuni.

Jens Andrias Vinther, sakførari, sum hevur umboðað felagið, hevur boðað rættinum frá, at ikki umboðar felagið longur. Í rættarlistanum stendur eingin annar at vera sakførari hjá felagnum.

Rætturin kann vísa málinum frá sær

Tá málið herfyri enn einaferð varð útsett, segði Henrik Møller, dómari, at vanliga mannagongdin er, at felagið fær boð um at møta til ein nýggjan fyrireikandi rættarfund. Tá kann felagið møta við einum nýggjum sakførara, ella eigararnir kunnu møta.

Møtir eingin á tí rættarfundinum, uttan serliga grundgeving, so kann roknast við, at rætturin fer at vísa málinum frá sær. Higartil er bert boðað frá einum endurgjaldskravi, men endurgjaldskravið er ongantíð latið rættinum.

Reiðaríið boðaði frá endurgjaldskravi ímóti Løgmansskrivstovuni, eftir at táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, fyribils tók øll fiskirættindi frá skipinum, eftir at skipið varð tikið fyri ólógliga veiðu.

Løgmaður tók rættindini frá skipinum

Eftir at bæði skiparin og reiðarín vórðu dømdir í Føroya rætti, gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen av at taka øll rættindi frá skipinum til 31. august í ár.

Í fjørheyst var fyrireikandi rættarfundur, og tá bað rætturin reiðaríið koma við einum fyribils endurgjaldskravi, sum var fyri tíðarskeiðið tá táverandi løgmaður fyribils tók rættindini frá skipinum.

Tað skuldi vera í desember í fjør. Men einki hendi, og síðani er ikki stórvegis hent í málinum, segði Jens Andrias Vinther, advokatur, tá hann gavst at umboða felagið.

Liggur enn í Spania

Nakað eftir at loyvini vórðu tikin frá skipinum, varð Anita sigld til Spania, og har liggur hon enn, tí eigararnir kunnu einki gera.

Reiðaríið hevur roynt at fáa skipið í vinnu aðrastaðni, millum annað í Grønlandi, men tað hevur ikki borið til. Roynt hevur eisini verið at selja skipið, men tað hevur heldur ikki borið til.

31. august, fær Anita síni fiskirættindi aftur, og spurningurin er hvat so hendir. Sum skilst so verður málið um endurgjaldskravið neyvan avgreitt í rættinum fyri ta tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234