Nordea meldað til løgregluna

Nordea meldað til løgregluna
Nordea kann hava hvítvaskað pengar og fíggjað yvirgangsvirksemi
 
19.06.2016 - 10:22

Figgjareftirlitið hevur meldað størsta peningastovnin í norðurlondum, Nordea til løgregluna, tí bankin kann hava hvítvaskað pengar og fíggjað yvirgangsvirksemi.

Fíggjareftirlitið sigur, at tamarhald er ikki á peningastreyminum hjá bankanum, og tí er hann meldaður.

Fíggjareftirlitið sigur í eini fráboðan, at Nordea kann hava brotið lógina um at hvítvaska pengar, og tí er bankin meldaður.

Fíggjareftirlitið boðar samstundis frá, at Nordea hevur fingið átta krøv, sum bankin skal seta í verk.

Nordea sigur í eini fráboðan, at bankin er meldaður til løgregluna, tí bankin ikki skal hava hildið reglurnar í lógini um at hvít vaska pengar.
Bankin sigur seg vita um tað, sum Fíggjareftirlitið krevur, og sigur seg í samstarvi við myndugleikarnar vera farnan undir at broyta mannagongdirnar, so lógin um hvítvasking av pengum verður hildin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011