Sjóverjan tikið fýra franskar trolarar

Sjóverjan tikið fýra franskar trolarar
Fiskiveiðietirlitið lýsti bráfeingis veiðubann tann 13. juni á leiðini eystanfyri Fugloynna, har Tjaldrið tók fýra franskar trolarar fyrr í dag
 
19.06.2016 - 15:27

Sjóverjan hevur tikið fýra trolarar undir fronskum flaggi, sum fiskaðu á stongdari leið eystanfyri Fugloynna í morgun. 

Fiskiveiðieftirlitið boðaði frá bráfeingis veiðibanni á leiðini tann 13. juni, tí nógvur ungfiskur var at síggja á leiðini, sigur Jóhan Simonsen á Fiskiveiðueftirlitinum.

Klokkan trýkorter til eitt í dag boðaði Tjaldrið løgregluni frá, at tað var á veg inn við fýra trolarum, sum fiskaðu undir fronskum flaggi - tvey pør, sum partrolaðu á stongdu leiðini.

Skipini koma eftir á havnina klokkan 17 seinnapartin og málið verður tá handað løgregluni, sum ger neyðugu kanningarnar.

Fiskiveiðieftirlitið hevur fylgisveina-eftirlit við skipunum, og varnaðist tískil tíðliga í morgun, at skipini fiskaðu ólógliga. Haraftrat fingu teir okkurt tippið, men tá var Tjaldrið longu á veg út á stongdu leiðina, sigur Jóhan Simonsen, frá VØRN.

Skiparirnir umborð á trolarunum eru franskmenn, men okkurt bendir á, at tað eru føroyingar og hollendarar, sum eiga skipini, upplýsti vakthavandi á politistøðini fyrr í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804