Skipararnir fara í rættin

Skipararnir fara í rættin
Skipararnir á fronsku trolarunum vistu ikki, at teir fiskaðu á stongdari leið
20.06.2016 - 20:42

Skipararnir á teimum fýra fronsku trolarunum, sum vórðu tiknir eystan fyri Fugloynna um vikuskiftið,  góðtaka ikki sektaruppskotið, og málið endar tí í rættinum.

Verjin hjá skiparunum hevur veitt trygd fyri peningaupphæddini.

Skipararnir siga, at teir vistu ikki av, at teir fiskaðu á eini stongdari leið.

Fiskiveiðieftirlitið kunnaði franska fiskiveiðieftirlitið um stongdu leiðina 13. juni, og franska fiskiveiðieftitilið váttaði í gjár, at boðini um stongsilin vóru komin fram, vísa skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176