- Tíðindi, mentan og ítróttur
Studentahúgvureglur
Hesar dagar verða nógvar pisur floygdar og fáa harvið studentahúgvuna. Her eru nakrar av reglunum, ið fylgja, tá ið ein verður liðugur við miðnámsútbúgvingina.
Reglur um eydnu og óeydnu:
Far ikki í húgvuna áðrenn
Studenturin má ikki fara í húgvuna, áðrenn seinasta royndin er staðin. Verður henda reglan brotin, merkir tað óeydnu.
Undirskrift frá vinum
Allir floksfelagarnir skulu skriva sína undirskrift inni í húgvuni. Hetta merkir eydnu.
Heilsanir frá vinum
Vinir og floksfelagar skulu skriva heilsanir í húgvuna. Hetta merkir eydnu.
Bit í skuggan
Bestu vinirnir skulu bíta í skuggan á studentahúgvuni, so tenninar sita eftir. Hetta merkir eydnu.
Reglur um øl og drykkjuskap:
Størsta húgvumát
Studenturin við størsta húgvumátinum skal geva flokkinum ein kassa av øl.
Minsta húgvumát
Studenturin við minsta húgvumátinum skal geva flokkinum ein kassa av øl.
Útpumpning kostar skuggan
Skuggin skal verða kliptur av, um studenturin skal til útpumpningar vegna rúsdrekka.
Eitt hakk til tann, ið spýr
Studenturin, sum spýr vegna rúsdrekka, skal hava eitt hakk í skuggan á studentahúgvuni.
Reglur um sex og kærleika:
Mussur gevur ein fýrakant
Um studenturin hevur mussað ein persón, sum viðkomandi onki forhold hevur havt við, skal ein fýrakantur teknast í leðurkantin í studentahúgvuni.
Sex við húgvuni á
Studentar, sum hava kynsliga samlegu við húgvuni á, skulu hava eitt snarljós klipt í leðurkantin í studentahúgvuni.
Um parlagið verður liðugt
Studentar, sum missa sín maka, skulu taka knapparnar á báðum síðunum á húgvuni av.
Skora ein lærara
Um studenturin hevur skorað ein lærara, skal hvíti toppurin á studentahúgvuni takast burtur.
Skora ein av sama kyni
Krossurin á studentahúgvuni skal takast av, um studenturin hevur skorað ein av sama kyni.
Aðrar reglur:
Vakin 24 tímar út í eitt
Tá studenturin hevur verið vakin í 24 tímar, skal studentahúgvan vendast við, soleiðis at skuggin vendir móti nakkanum.
Síðsti próvtøkukarakterur
Síðsti próvtøkukarakterurin verður skrivaður mítt inni í húgvuni.
Leyp nakin á bláman
Leðurkanturin í húgvuni skal hava eitt aldu-tekin, um studenturin leypir á sjógv bert ílatin húgvuna.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |