Togast um Smyril

Togast um Smyril
Klaksvíkingar vilja hava Smyril at sigla av Klaksvík á Havnina, tá KÍ spælir finaluna um løgmanssteypið. Suðuroyingar halda ikki, hugskotið er gott
 
22.06.2016 - 15:31

Suðuroyingar og klaksvíkingar eru farnir at togast um Smyril. Býráðið í Klaksvík og KÍ hava spurt Strandfaraskip landsins, um Smyril ikki kann sigla av Klaksvík á Havnina leygardagin 27. august og norður aftur um kvøldið, tá KÍ skal spæla finalu um løgmanssteypið.

Men í Suðuroynni vilja fólk ikki missa Smyril hendan dagin. Strandferðslan kannar nú, um tað ber til at sigla við KÍ-fjepparum leygardagin uttan at órógva ferðaætlanina á Suðuroyarleiðini, sigur Hilmar Eliasen stjóri.

Fáa helst svar í næstu viku

Hann væntar at kunna svara klaksvíkingum í næstu viku, um Smyril fær siglt. Men hann dugur longu nú at síggja, at verður finalan á Tórsvølli sum ætlað klokkan19:45, kann Smyril illa sigla, tí so fær manningin ikki kravdu hvíldina, áðrenn Smyril skal av Tvøroyri sunnumorgunin.

Hilmar Eliasen sigur, at tey ætla ikki at órógva Suðuroyarleiðina, ella í øllum førum sum minst. Smyril tekur 975 ferðafólk. Hann brúkar okkurt um fimm korter um at sigla millum Klaksvík og Havnina.

Sambært ferðaætlanini hjá Smyrli leygardagar fer hann av Havnini klokkan sjey og norður aftir klokkan hálvgum tíggju. Siðani fer hann av Havnini aftur klokkan fýra seinnapartin og norður aftur klokkan hálvgum sjey. Seinasti túrur leygardag er av Havnini klokkan eitt korter til tíggju um kvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522