Skil Brexit betur

Skil Brexit betur
Fá eitt yvirlit yvir, hvør heldur hvat, og hvørjar avleiðingarnar kunnu vera, avger Bretland í dag at fara burtur úr ES
23.06.2016 - 17:15

Fyri seinasta stjórnarval í Bretlandi lovaði stjórnin, at um hon fekk fýra ár aftrat, skuldi spurningurin um framtíð Bretlands í Evropasamveldinum til fólkatkvøðu. Konservativa stjórnin vann valið við stórum meiriluta, og fólkaatkvøðan er í dag.

 

Hetta er aðru ferð, at Bretland atkvøðir um framhaldandi ES limaskap – ella Brexit, ið er samansett av ‘Bretland’ og ‘exit’, sum málið eisini verður rópt. Á fólkaatkvøðuni í 1975 var stórur meiriluti fyri framhaldandi bretskum ES limaskapi. Í dag er spenningurin tó stórur, tí veljarakanningarnar eru ógvuliga javnar, hóast veddingarfyritøkur vænta, at úrslitið verður tað sama sum seinast. Væntast kann, at endaliga úrslitið verður klárt aftur við morgunmatinum fríggjadagin.

 

 

Hvør vil hvat?

Konservativi flokkurin, ið er einasti stjórnarflokkurin, er í tvíningum viðvíkjandi bretskum ES limaskapi. Bretski forsetin, David Cameron, úr konservativa flokkinum, fleiri av ráðharrunum í stjórn hansara og áleið helvtin av hansara flokki vilja, at Bretland skal halda fram sum ES land. Hinvegin tekur ein annar kendur konservativur politikari og fyrrverandi borgarstjóri í London, Boris Johnson, og hin helvtin av konservativa flokkinum undir við Brexit. Cameron hevur longu verið í gongd við at samráðast við ES um eina broytta avtalu um bretska ES limaskapin, svarar bretska fólkið ja til ES í dag.

 

Aðrir flokkar eru tó heldur samdari. UKIP (UK Independence Party), ið fekk stóra framgongd á seinasta bretska stjórnarvalinum, er fyri at fara úr ES og hevur bygt stóran part av sínum politikki á hetta. Eisini heldur norðurírski flokkurin DUP (Democratic Unionist Party), at Bretland átti at biðið ES farvæl. Við fáum undantøkum halda arbeiðaraflokkurin (Labour), skotski tjóðarflokkurin (SNP – Scottish National Party), walisiski tjóðarflokkurin (Plaid Cymru) og liberaldemokratarnir (Lib Dem), at bretar eiga at varðveita ES limaskapin.

 

Haraftrat tykist altjóða samfelagið eisini vera fyri, at bretar halda fram í ES. Bæði Barack Obama og ES lond sum Frakland og Týskland hava sagt, at tey halda, at Bretland framhaldandi skal vera partur av ES samstarvinum.

 

 

Nakrar grundgevingar

 

Heims- og verjupolitikkur
Tey, ið grundgeva fyri framhaldandi bretskum ES limaskapi, halda, at Bretland hevur størri ávirkan á altjóða politikk umvegis ES. Í altjóða viðurskiftum hevur ES nógv at siga, og tískil halda tey, at Bretland eigur at vera við til at mynda politisku støðuna hjá ES, og at hetta bert ber til sum limaland. Tey halda, at saman við grannalondunum í Europa hevur Bretland umvegis ES verið við til at tikið týdningarmiklar avgerðir fyri Europa, og at hetta hevur gjørt Bretland til eitt tryggari land.

Sjónarmiðini hjá teimum, ið vilja burtur úr ES samstarvinum, eru grundað á, at sjálvstøðugur limaskapur í verjusamgonguni NATO og altjóðafelagsskapinum ST viga meiri fyri verjupolitikkin hjá Bretlandi enn limaskapur í ES. Tìskil halda tey, at eitt meiri sjálvstøðugt Bretland eisini er við til at skapa eitt tryggari Bretland.

 

Vinnulív
Tey, ið vilja sleppa úr ES samstarvinum grundgeva, at ES lóggávur eru ein byrða fyri bretska vinnulívið og avmarka eisini Bretland, tá tað kemur til at gera handilssáttmálar við onnur lond – eitt nú lond, ið hava serligan áhuga fyri Bretlandi. Tey leggja aftrat, at samhandilin við ES tó heilt vist fer at halda fram, tí Bretland innflytur meiri frá ES londunum, enn tað útflytur til somu lond.

Tey, ið halda, at Bretland eigur at halda fram í ES, siga hinvegin, at Brexit fer at hava álvarsamar fíggjarligur fylgjur, og at hetta fer at tálma vøkstrinum hjá bretska vinnulívinum. Tey vísa eisini á, at hóast Brexit gerst veruleiki, so má Bretland fyrihalda seg til ES lóggávur, tí Bretland útflytur nógv til onnur ES lond. Við at vera uttan fyri ES missir Bretland tó alla ávirkan á hesar lóggávur. Haraftrat vísa tey á, at bretar eru meiri tengdir at ES samhandli, enn ES er at bretskum samhandli.
 

Tilflytarar
Tey, ið stuðla bretskum ES limaskapi, grundgeva, at tilflytarar sum heild rinda meiri í skatti, enn tey fáa í almennum ágóðum, og at hetta serliga er galdandi fyri tilflytarar úr ES londum. Fyri at vera partur av felagsmarknaðinum hjá ES vænta tey, at Bretland kortini má góðtaka frían flutning av arbeiðsmegi, og tískil fara tilflytarar úr ES at halda fram við at koma til Bretlands. Verður Bretland verandi í ES samstarvinum, verða reglurnar fyri tilflytarar broyttar soleiðis, at tey ikki fáa fullar almennar veitingar fyrstu fýra árini. Hetta er fyri at fyribyrgja sníkum at taka vælferðartænastur uttan fyrst at hava rindað skatt í fýra ár.

Tey, ið vilja sleppa burtur úr ES samstarvinum grundgeva, at tað er ógjørligt at halda skil á tilflyting, ímeðan Bretland er partur av ES samstarvinum, og at somu tilflytarar eisini hava trýst lønirnar niður og tískil gjørt vanliga bretan fátækari. Haraftrat hevur talið av innflytarum lagt stórt trýst á almennu veitingarnar í Bretlandi, og er talið av fólki, ið fáa almennar veitingar hækkað nógv, uttan at bretar kunnu gera nakað við tað, so leingi Bretland er limur í ES.

 

Demokrati
Tey, ið siga nei til ES, halda, at flestu lóggávurnar í dag verða gjørdar ES tinginum í Brússel heldur enn í Bretlandi, og halda tey hetta vera ódemokratiskt. Lógirnar mugu taka hædd fyri 28 ymiskum limalondum, og tískil eru nógvar lógur samtyktar, sum Bretland als ikki gongur inn fyri, men tó má góðtaka. Hægsti rættur í ES hevur fleiri ferðir víst málum frá Bretlandi burtur, og hetta eru bretar sera ónøgdir við. Tískil heldur nei síðan, at tað bert er ein vegur at fáa fullan ræðisrætt aftur, og at tað er við at fara burtur úr samstarvinum.

Tey, ið siga ja til ES, grundgeva, at bert fáar lógir, ið eru í gildi í Bretlandi eru smíðaðar í Brússel, og tískil hevur Bretland longu ræðisrættin á flestu økjum. Haraftrat hevur Bretland vetorætt í týðandi málum, og nýggja avtalan hjá David Cameron, forseta, kemur at hava við sær, at stjórnin kann forða óynsktum ES lóggávum at koma í gildi í Bretlandi.

 

 

Avleiðingar

Um bretar í dag avgera at fara úr ES, so verður Bretland ikki umgangandi útihýst úr ES. At siga upp ES limaskapin er ein drúgv tilgongd, ið tekur í minsta lagi tvey ár. Í hesum tíðarskeiði heldur Bretland fram við at ganga eftir ES lógum og lúka ES treytir, men hevur ikki ávirkan á, hvørjar avgerðir verða tiknar í ES.

 

Um Bretland seinni vil upp í aftur ES, má tað byrja av nýggjum og søkja á sama hátt sum onnur nýggj ES limalond. Hetta merkir millum annað, at øll ES londini skulu góðtaka endurnýggjaða bretska ES limaskapin. Summir eygleiðarar halda, at hetta kundi blivið torført hjá Bretlandi, tí hini ES londini tá hava illvilja mótvegis Bretlandi fyri at vera farið burtur úr samstarvinum.

 

Um Bretland velur at fara úr ES, kann tað føra til óvissur og broytingar á ymsum økjum. Millum annað kann tað merkja, at bretar skulu hava visum fyri at arbeiða í øðrum evropeiskum londum, og umvent at aðrir evropearar skulu hava visum at arbeiða í Bretlandi, um ikki onnur avtala er á hesum økjum.

 

Uttan mun til, hvat endaliga úrslitið verður, so verða broytingar framdar í viðurskiftunum millum ES og Bretland eftir fólkaatkvøðuna í dag.

 

 

Keldur: BBC, Liverpool Echo, The Telegraph og Financial Times.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.