Rok um menningarætlanina

Rok um menningarætlanina
Tað gekk bara eitt samdøgur, so var rok um nýggju menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið. Nú talar (eisini) ein løgtingsmaður at
Verður menningarætlanin fyri tey trý sjúkrahúsini í Føroyum fylgd óbroytt, verður tað ein dyggur smeitur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoyggjar, heldur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður
 
30.06.2016 - 08:37

Í gjár segði stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, at hann varð stórliga bilsin, tá menningarætlanin fyri føroyska sjúkrahúsverkið varð løgd fram fyrrapartin týsdagin.

Ætlanin, sum varð løgd fram á tíðindafundinum í Heilsumálaráðnum, er broytt nógv samanborið við tað, hon var fyri samanskrivingina.

Heri Ellingsgaard er í stóra serfrøðingabólkinum, sum var við til at gera menningarætlanina. Eisini politikarar í Norðoyggjum eru misnøgdir og eru farnir at gera vart við seg.

Smeitur fyri Norðoyggjar

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, skrivar, at verður tilmælið fylgt óbroytt, verður tað ein dyggur smeitur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoyggjar.

Tí, sum hann skrivar, leiðslan á Klaksvíkar sjúkrahúsi skal flytast til Havnar á Landssjúkrahúsið, har ein felags leiðsla skal skipast fyri øll trý sjúkrahúsini. Og ongar akuttar viðgerðir av týdningi skulu gerast í Klaksvík.

Klaksvíkar sjúkrahús verður tá ikki at rokna sum sjúkrahús longur, skrivar Bjørn Kalsø. Eitt sjúkrahús uttan leiðslu á staðnum og uttan akuttar viðgerðir er ikki sjúkrahús, skrivar Bjørn Kalsø, løgtingsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011