Savnsgull: Ymisk lív

Savnsgull: Ymisk lív
Í Ymiskum lívi hesa ferð hitta vit tveir menn, sum báðir eru fyrst í fimtiárunum. Teir búgva og arbeiða í Havn, men har steðgar líkheitin eisini
29.06.2016 - 19:00

Annar er viðurkendi rithøvundurin og skribenturin, Carl Jóhan Jensen. Hann er ein maður, sum ikki ræðist at leggja seg út í almenna kjakið, og hann hevur fleiri ferðir fingið sinnið í fólk, millum annað við sínum sera bersøgnu ummælum. Hann eigur tveir tannáringar og býr saman við avstralsku konuni, Kate.

Hin maðurin í sendingini er 52 ára gamli Jóhan Davidsen. Hann hevur seinastu 16 árini arbeitt sum ruskmaður í Havn, og hansara dagur byrjar tíðliga á morgni, áðrenn flestu okkara hava fingið eygu. Hann er ógiftur og eigur eingi børn, so aftaná arbeiðstíð dámar honum væl at spasera runt í býnum og práta við fólk. Tað bókliga hevur ongantíð havt hansara stóra áhuga, so aftan á sjey ára skúlagongd var hann glaður at sleppa til arbeiðis.

Sendingina, sum varð gjørd í 2006, hava Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba gjørt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444