Ummæli: Dub Phizix & Strategy

Mynd: © Elias Evensson
Ummæli: Dub Phizix & Strategy
Dub Phizix & Strategy vóru millum seinastu nøvnini á ársins G! Festivali. Hóast konsertin byrjaði væl, so endaði hon ikki eins væl
17.07.2016 - 20:30

Byrjaðu væl
Teir komu væl frá byrjan við millum annað lagnum “Buffalo Charge”, og fólk fluttu seg longri og longri fram móti pallinum við vón um, at hetta fór at vera eitt brak av einari konsert. Ljóðið og ljósið var onki at klaga um, og tá bassurin droppaði, vóru fólk við uppá tað og hoppaðu.

 

Tá teir so høvdu framført í einar 20 minuttir, var ongin luft eftir í ballónini. Tað kendist, sum teir høvdu futtað alt tað “góða” av og tí bara høvdu einsljóðandi dubstep eftir, sum onga persónligheit hevði.

 

“Vi elskar Føroyar!”, rópti Strategy nakrar ferðir. Kul, at hann hevur gjørt eitt sindur av heimaarbeiði, men tá hann bleiv við at siga tað, bleiv tað bara píniligt…

 

 

Lítla fjøldin minkaði
Hví fólk møttu so illa upp til konsertina, sum var nøkur korter seinkað, er ilt at siga. Møguliga tí teir spældu seint um náttina, tá festivalurin so gott sum var liðugur, og fleiri longu vóru farin heim undir heitu dýnuna. Tá teir so vóru byrjaðir, skuldi mann trúð, at sandurin so við og við fór at fyllast við fólki. Tað gjørdi hann eisini ta fyrstu løtuna, tí byrjanin var so góð, men tilgongdin bleiv skjótt til afturgongd. Dub Phizix & Strategy megnaðu sostatt ikki at halda festivalgestunum niðri á sandinum, og at enda vóru tað mest tey við eini hægri promillu, ið enn vóru líka við uppá tað.

 

 

Spell, at G! Festivalurin hevur skotið seg sjálvan í fótin við at avtaka Grundina í ár, tí har høvdu Dub Phizix & Strategy riggað perfekt. Fjósið hevði eisini riggað væl, men møguliga høvdu fyriskipararnir væntað fleiri fólk til hetta navnið og tí tikið avgerð um at lata teir spæla á sandinum. 

 

 

 

    Dub Phizix & Strategy fáa 3 av 6 R’um

 

 


Teir spældu so seint, at tá teir næstan vóru lidnir, var tað ljóst aftur.
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.