- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland sleppur møguliga at luttaka á OL

Altjóða olympiska nevndin, IOC, hevur hálsað um og avgjørt, at tað verður ein trý-manna nevnd undir IOC, ið skal endaliga skal avgerða um russisku ótrottarfólkini skulu sleppa við til OL.
Í nevndini undir IOC sita Ugur Erdener, formaður í heilsu- og vísindanevndini hjá IOC, Claudia Bokel, ið situr í nevndini fyri frælsan ítrótt hjá IOC, og spanski IOC limurin, Juan Antonio Samaranch yngri, ið er sonur fyrrverandi IOC forsetan við sama navni.
Altjóða Olympiska nevndin, IOC, ætlaði upprunaliga ikki av sínum eintingum at útihýsa russisk ítróttafólk frá olympisku leikunum, men vildi hava altjóða sersambondini at taka avgerðina.
Altjóða anti-doping felagsskapurin, WADA, hevur annars mælt til, at øll russisk ítóttarfólk verða útihýst frá olympisku leikunum, eftir at tað er komið fram, at prógv eru fyri, at ein uppfatandi, stjórnar-stýrd, doping-skipan hevur virkað seinastu fýra árini í Russlandi.
Altjóða sambandið fyri fræslan ítrótt, IAAF, hevur boðað frá, at tey ikki vilja hava russisk ítróttafólk við til leikirnar í OL.
Olypisku leikirnir byrja í Rio fríggjadagin.




























