Elin Lindenskov tekur seg úr politikki

09.08.2016 - 13:58
Innlendis›Politikkur
Elin Lindenskov tekur seg úr politikki
Javnaðarkvinnan Elin Lindenskov, sum í 24 ár hevur sitið í býráðnum í Havn, stillar ikki uppaftur.
Mynd: Savnsmynd  

Ein tungvektari í kommunalpolitikki takkar nú fyri seg. Elin Lindenskov byrjaði mitt í kreppuni í 1992 yrkisleiðina í býráðnum fyri at fáa barnaansing í Havn og við einum lítlum dreymi í búkinum um at gerast borgarstjóri. 

Hon viðgongur, at síðstu fýra árini hava verið nakað buldralig. Enn er stórur tørvur á broytingum kanska serliga á javnstøðu-økinum. Hon eftirlýsir eisini bygnaðarligar broytingar í býráðnum.

Elin Lindenskov fekk í 2000 flestar atkvøður í Javnaðarflokkinum, meðan seinnu árini er minkað eitt sindur. Kortini følir hon seg ikki hava staðið í skugganum av Heðini Mortensen - eisini hóast tey ikki altíd hava verid samd.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541