Fróði Benjaminsen ger comeback á landsliðnum

Fróði Benjaminsen ger comeback á landsliðnum
Legendan verður aftur at síggja á landsliðnum, sum 6. september skal spæla móti Ungarn á Tórsvølli. Og hann verður liðskipari, lovar Atli Gregersen
16.08.2016 - 19:56

So er hann aftur á landsliðnum, 38 ára gamla miðvallarlegendan og stríðsmaðurin, Fróði Benjaminsen, ið annars takkaði fyri seg á landsliðnum í fjør eftir 86 dystir og seks mál fyri Føroyar.

Landsliðsvenjarin, Lars Olsen viðgongur erliga, at hann hevur saknað gamla liðskiparan og stýrimannin á miðvøllinum.

Royndirnar avgerandi

Úttøkan av Fróða Benjaminsen ber vitnisburð um, at landsliðsvenjarin gongur eitt sindur aftur á slóðina, og tað er dylir Lars Olsen heldur ikki fyri. Hann er farin eftir royndum landsliðsleikarum. 

Føroyar spældu tveir sera tættar dystir móti Ungarn í undanspælinum til EM í ár. Í heimadystinum høvdu føroyingarnir bólti væl meira enn ungarar, tó uttan at skapa opnar málmøguleikar. 

HER ER LANDSLIÐSHÓPURIN

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846