Fíggjarligt Støðufesti varskógvaði TAKS

Fíggjarligt Støðufesti varskógvaði TAKS
Seinna viðgerðin av skattamálinum byrjar við einari fráboðan frá Fíggjarligum Støðufesti.
18.08.2016 - 20:33

Eik vildi annars vera við, at tað var bankin, sum fekk TAKS at taka málið upp av nýggjum.

Men tað hendi ikki fyrr enn 11 dagar eftir fráboðanina frá Fíggjarligum Støðufesti.

Vit hava verið í samband við Súna Schwartz Jacobsen, stjóra í Eik, men hann vil ikki gera viðmerkingar til málið.



Eik hevur kært

Eik hevur kært bæði Kringvarpið og Miðlahúsið fyri umrøðuna av skattamálinum. Kringvarpið er kært fyri sendingina "Skattamálið", sum var send í vár. Eik ger í kæruni millum annað vart við, at tað var í august 2015 - og ikki í juni, sum varð sagt í sendingini - at nevndin í Eik varð kunnað um fyrru avgerðina hjá Taks.

Kringvarpið ger vart við, at hetta er rætt.

Eisini var sagt í sendingini, at "innanhýsis grannskoðarin" hjá bankanum hevði sagt seg úr starvi. Hetta kann geva hyggjaranum ta fatan, at tað bert er ein innanhýsis grannskoðari í bankanum. Soleiðis er ikki. Rættari hevði verið at sagt, at "ein av innanhýsis grannskoðarunum" segði seg úr starvi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744