Læknatrot um alt landið

Læknatrot um alt landið
Níggju kommunulæknadømi eru í Føroyum. Men bara eitt teirra er fullmannað við læknum í føstum starvi, tað er í Suðurstreymi
Bara eitt kommunulæknadømi er fullmannað við læknum í føstum starvi. Trupult er at seta leysu størvini
 
25.08.2016 - 12:20

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur svarað spurningum frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni.

Hon sigur, at Heilsutrygd søkir regluliga, bæði í føroyskum og donskum miðlum, eftir kommunulæknum í fast størv í Føroyum. Men tað er sera trupult at fáa sett leysu størvini.

Tá ein kommunulækni fer úr fasta starvi sínum, er nærum ógjørligt at manna starvið aftur við kommunulækna í føstum starvi. Tað ber bara til í Havn, sigur landsstýriskvinnan.

SÍ EISINI Triðjahvørt kommunulæknastarv ómannað

Í hinum størvunum eru avloysarar, aloftast útlendingar, sum koma og fara. Síðani 2003 hevur borið til at taka serútbúgving sum kommunulækni í Føroyum.

Higartil hava 16 tikið hesa serútbúgving, ella partar av henni, í Føroyum. Flestu teirra arbeiða nú í Føroyum. Í løtuni eru 13 læknar í serútbúgving í Føroyum. Tann fyrsti teirra verður um eina viku.

Sirið Stenberg sigur, at serfrøðin mælir til at skipa heilsuøki við heilsudeplum fyri at fáa kommunalæknar í fast starv. Strembað verður eftir, at heilsudeplar vera í øllum heilsuøkjum 1. januar 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776