- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirfriðingarnevndin sett fleiri treytir
Nú leygardagin verða 200 trø sett niður í náttúrulundina við Streymin, í sambandi við, at Mentanardagar eru í Sunda kommunu.
Fyrsta træið varð sett niður í februar í 2015, men beint sum farast skuldi undir at seta trø niður seinasta summar, steðgaði Yvirfriðingarnevndin arbeiðinum.
SÍ EISINI Náttúrulundin við Streymin gerst nú veruleiki
Yvirfriðingarnevndin kravdi, at kanning varð gjørd av umhvørvinum við Streymin, áðrenn plantining kundi halda fram.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fleiri fundum, og í juni gav nevndin stigtakarunum loyvi til at halda fram við arbeiðnum at gera náttúrulundina, tó við ávísum treytum.
Trøini mugu ikki breiða seg
Yvirfriðingarnevndin sigur í skrivinum, at ikki er loyvt at seta niður plantusløg, sum breiða seg í náttúruni, eitt nú blóðdropi, summardáarunnur, brigdurósa og sponsk hindber.
Yvirfriðingarnevndin hevur eisini sett forboð fyri at seta niður høg nála- og leyvfellandi trø, eitt nú sitkagran, fjallagullregn, balsam-øsp og nobil-aðalgrann.
Yvirfriðingarnevndin vísir eisini á, at nógvur fuglur er við Streymin. Stórur partur av teimum leita sær oman í fjøruna at søkja sær føði.
Mugu halda seg burtur frá sjónum
Mælt verður til at leggja gøturnar og gróðurseting so langt frá sjónum, sum til ber. Eitt nú æður ganga nógv frá sjónum til reiður, eisini við ungum, og tí er neyðugt, at veitir og tílíkt ikki verða forðingar hjá hesum fuglum.
Í økinum norðan- og sunnan fyri Brúnna við Streymin er ikki loyvt at seta niður plantur og trø og heldur ikki er loyvt at gera gøtur nærri enn 10 metrar frá sjóvarmálanum.
Stigtakararnir skulu eisini tryggja sær, at tað, sum sett verður niður, ikki breiðir seg út um góðkenda økið. Náttúrulundin við Streymin hevur fingið 10 milliónir krónur í stuðli frá Aage V. Jensen Charity Foundation.