Ganga turr millum floghavnina og parkeringsøkið

Ganga turr millum floghavnina og parkeringsøkið
Í hesum mánaðinum verður farið undir arbeiðið at gera glasgongd, soleiðis at fólk ganga turr millum p-økið við flogvøllin og floghavnina
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
11.09.2016 - 11:02

Í løtuni eru 360 parkeringpláss, men tá útbyggingin verður liðug verða meira enn 800 parkeringspláss. 

Hetta verður mett at nøkta tørvin í nógv ár frameftir, skrivar heimasíðan hjá flogvøllinum. 

Harumframt verður serlig glasgongd bygd, soleiðis at fólk kunnu koma turr frá parkeringsøkinum og inn í farstøðina, skrivar heimasíðan fae.fo.

Vøkstur

33,937 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í august í ár. Tað eru 5,7 prosent framgongd samanborið við august í fjør

Samlaða framgongdin higartil í ár er 6,1 prosent. Tað merkir, at 208,642 ferðafólka hava ferðast um flogvøllin higartil í ár.

Heldur framgongdin heldur fram, metir Vága Floghavn at ferðafólkatalið í 2016 verður um 290.000 ferðafólk. Samlaða ferðafólkatalið í 2015 var gott 276.000, skrivar fae.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678